• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Stóra lakstobis (lakstobisættin)
Magnisudis atlantica Krøyer, 1868

Stødd: Stóra lakstobis verður upp í 56 cm long.

Dýpi: Hon er miðsjóvarfiskur úr 400 m niður á 1100 m dýpi.

Litur: Livandi er hon silvurblonk og dimm um bakið. Trolveidd er hon brúnlig við silvurfarra í erva á kroppinum, ljósari í neðra. Fjaðrar og táknaholur eru svartar.

Teinar: R 9-11; U 15-17; B 9; G 21-25.

Lýsing: Stóra lakstobis er langur og mjávaksin fiskur, høvdið er langt og spískt. Hon er meira hávaksin enn lakstobis og lítla lakstobis. Ryggfjøðurin er væl aftan fyri miðjan fiskin. Fitifjøðurin er tætt aftur móti stertinum. Hon hevur uggafjaðrar og búkfjaðrar. Gotfjøðurin er aftast á sporlinum. 55-64 roðslur eru eftir strikuni. Ryggjargeislarnir eru 60-73 í tali.

Eyðkenni: Búkfjaðrarnar eru undir fremra enda á ryggfjøðurini. Aftari endi á yvirkjaftinum er týðiliga aftari enn nasagluggarnir.

Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Kort lakstobis, en: Duckbill barracudina, fr: Lussion, ís: Digra geirsíli Langkjaf tafiskar

Útbreiðsla: Stóra lakstobis er undir Suðurgrønlandi, Íslandi og Føroyum suður til Suðurafrika. Í Vesturatlantshavinum frá Labrador til Argentina. Í Kyrrahavinum frá umleið 50°N til umleið 35°S. Stóra Lakstobis er eisini í Indiahavinum. Hon er fingin við Lúsabanka og har um leiðir, umframt á Íslandsrygginum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Langkjaftafiskar Aulopiformes

Hesin hópurin hevur 15 ættir, 44 slektir og umleið 236 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir við 6 slektum og 6 sløgum:

  • Mjáfiskaættin (Notosudidae)
  • Háfjaðraættin (Alepisauridae)
  • Lakstobisættin (Paralepididae)
  • Edlafiskaættin (Bathysauridae)

Ymiskir í stødd, frá heilt smáum upp til heilt langar fiskar.

Mjáir og smidligir fiskar við longum høvdi og kjafti, summi sløg við stórum hvøssum tonnum og høgum, longum fjaðrum. Skapið á táknabogunum er serligt, minnir um rimaverk. Nøkur sløg í hesum hópinum liva við botnin, onnur uppi í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017