• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Stóra nebbasild, nebbasildakongur (nebbasildaættin)
Hyperoplus lanceolatus
(Le Sauvage, 1824)

Stødd: Stóra nebbasild verður upp í 42 cm long, men sjáldan longri enn 20-30 cm.

Dýpi: Hon er úr vatnskorpuni og niður á 150 m.

Litur: Á bakinum er hon grønblá. Um síðurnar og undir búkinum er hon silvurhvít. Hon hevur dimman blett hvørjumegin á gronini framman fyri eygað, eitt sindur minni enn eygnatvørmátið.

Teinar: R 53-60; G 27-32.

Lýsing: Stóra nebbasild er long og mjá, høvdið er langt og spískt. Hon líkist nógv øðrum nebbasildum sí eisini *havnebbasild, *lítla nebbasild. Uggafjøðurin røkkur akkurát ikki aftur til tað fremsta á ryggfjøðurini, og uggafjøðurin er umleið 27-32% av høvuðlongdini. Hon fær ikki skotið yvirkjaftin fram úr sær. Sterturin er sýldur. Hon hevur ikki búkfjaðrar. Hon hevur lítla og tunna roðslu. Hon hevur gómatenn, tvær tætt saman, sær út sum ein við tveimum oddum.

Eyðkenni: Svørtu blettirnir mitt á gronini. Uggafjaðrarnar røkka ikki aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini.

Týdningur: Undir Føroyum verður hon ikki veidd, annað enn onkur so hissini við húki, men aðrastaðni verður hon veidd til ídnað og agn.

da: Tobiskonge, en: Greater sandeel, fr: Lançon commune, ís: Sandsíli - Trønusíli, no: Stortobis, tý: Großer Sandaal

Útbreiðsla: Stóra nebbasild sæst av og á undir Føroyum, bæði inni við land og útiá. Hon er frá Murmansk og Svalbarði til Íslands, Føroya, Norðsjógvin, í donskum sjógvi, pørtum av Eystarasalti, til Biskeiavíkina og Portugals.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017