• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Stóri kongafiskur (kongafiskaættin)
Sebastes marinus (Linné, 1758)

Stødd: Stóri kongafiskur verður upp í 100 cm langur, men vanliga 40-55 cm.

Dýpi: Hann er úr 100 m niður á 1000 m, men er vanliga millum 100 m og 500 m.

Litur: Hann er reydliga appilsinlittur, undir búkinum er hann ljósur.

Teinar: R XV + 14; G II + 8.

Lýsing: Stóri kongafiskur hevur eina ryggfjøður við hørðum teinum fremst, eina gotfjøður við hørðum teinum fremst og stórar, rundligar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru nakað minni.

Á kápubeinunum mitt á kápuni eru 5 píkar, tann niðasti vísir beint niðureftir. Eygnatvørmátið er umleið 26% av høvuðlongdini. Hann hevur undirbit. Ein lítil beinknúta er fremst á undirkjaftinum. Stóra roðslu. Hann er hávaksin fiskur. Kongafiskasløgini fáa livandi ungar.

Eyðkenni: Hann líkist lítla kongafiski og trantkongafiski. Niðasti píkurin á kápuni. Eygnastøddin. Beinknútan á undirkjaftinum.

Týdningur: Hann verður nógv veiddur og er virðismikil fiskur.

da: Stor rødfisk, en: Redfish, fr: Grande sèbaste, ís: Stórkarfi, no: Storuer, tý: Goldbarsch – Großer Rotbarsch

Útbreiðsla: Stóri kongafiskur er frá Eysturgrønlandi til Svalbarðs, Murmansk og Novaja Semlja. Um Ísland, Føroyar og Hetland inn í Norskurennu, Skagerrak. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og nakað suður við Norðuramerika, frá Baffinslandi og Labrador til New Jersey.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

  • Kongafiskaættin (Scorpaenidae)
  • Knurrhanaættin (Triglidae)
  • Ulkuættin (Cottidae)
  • Brynjukruttaættin (Agonidae)
  • Huldukruttaættin (Psychrolutidae)
  • Rognkelsisættin (Cyclopteridae)
  • Súgfiskaættin (Liparidae)

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.

Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017