• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Súgari (súgaraættin), kjølsúgari
Petromyzon marinus Linné, 1758

Stødd: Súgari verður í mesta lagi 100 cm langur, vanliga 60-70 cm.

Dýpi: Undan vatnskorpuni og úr fjøruni út á um 1100 metrar, bæði í miðjum sjógvi og við botnin.

Litur: Súgari er blásvartur ella brúnligur á bakinum, viðhvørt við grábláum ella ymiskt littum blettum. Liturin á bakinum er ójavnt slettur niður á síðurnar. Undir búkinum er hann ljóst gráligur. Ungir fiskar eru ljóst gulhvítligir undir búkinum og blásvartir við einum farra av silvurliti aftur eftir bakinum.

Lýsing: Hann er langur og mjáur fiskur, tvørskurðurin er rundur. Tvær ryggfjaðrar eru aftarlaga á sporlinum. Hann hevur eina lítla gotfjøður, og hann hevur ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar. Sjey smá, rund táknaop eru í eini linju aftur frá eyganum. Fremst undir gronini hevur hann stóran, rundan súgvikjaft við nógvum rasputonnum. Slenutur og smeðin. Anadromur fiskur.

Eyðkenni: Állaskap, rundan súgvikjaft, tey sjey táknaopini og ongar uggafjaðrar ella búkfjaðrar.

Týdningur: Onkustaðni verður hann etin, men annars ikki vinnuligan týdning.

da: Havlampret, en: Sea lamprey, fr: Lamproie
marine, ís: Sæsteinsuga, no: Havniauge,
tý: Meerneunauge

Útbreiðsla: Súgari er báðumegin Atlantshav. Frá Grikkalandi vestur ígjøgnum Miðjarðarhavið og norður í Norðsjógvin til Íslands og í Barentshavið. Hann er somuleiðis í syðra parti av Eystarasalti. Er rættiliga vanligur í føroyskum sjógvi. Vestanfyri er hann frá Labrador til norðara part av Meksikoflógvanum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Súgarar Petromyzontiformes
Til hendan hópin hoyra 3 ættir við 10 slektum og 38 sløgum.
Við Føroyar er ein ætt úr hesum hópinum, við bert tí eina slagnum: Súgaraættin
(Petromyzontidae).

Súgarar hava állaskap. Teir hava ikki roðslu og hava ikki kjaftbein ella
kjálkabein.

„Beinaraðið“ er bert eitt eiti av bróski. Teir hava ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar.
Sjey smá táknaop eru hvørjumegin aftur frá eyganum. Kjafturin er rundur við
nógvum skavitonnum.

Øll sløgini gýta í feskum vatni, og nøkur teirra vaksa upp í sjónum. Hesi seinnu
eru sostatt anadrom.

Øll súgarasløg doyggja stutt eftir gýting. Súgari gýtir ikki í Føroyum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017