• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Svartblettuta langasporl (langasporlsættin) 
Caelorinchus caelorhincus caelorhincus
(Risso, 1810)

Stødd: Tað verður neyvan longri enn 40 cm.

Dýpi: Tað sigst at vera úr 140 metrum niður á 1250 metrar. Benthopelagiskur fiskur. Undir Føroyum er tað fingið á umleið 410- 550 m.

Litur: Á trolveiddum fiski er brúnligi/svartdimmi liturin avfarin, og fiskurin er gráligur at sjá. Tað hevur eyðsýndan avlangan svartan blett á búkinum fremst millum búkfjaðrarnar.

Teinar: R1 10-11; U 10-12; B 9.

Lýsing: Svartblettuta langasporl er fittligur, lítil fiskur, tað hevur fastan kropp. Tað er tjúkkast um nakka og bul. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur í sporlsendan. Tvær ryggfjaðrar eru, tann fremra høg og stutt og er ikki tent framman. Hon røkkur niðurløgd akkurát ikki til aftaru ryggfjøður. Tann aftara ryggfjøðurin er so lág, at hon valla sæst. Tað hevur ikki stert, sporlið endar í einum spíssi.

Sæð inn á síðuna, er gronin nakað spísk, men úr neðra/erva avrundað. Lítli kjafturin situr inni undir gronini. Fremri partur á kjaftinum er fremri enn eygað, og kjaftklovin er nærum áraka aftaru eygnasteinsrond. Kjafturin kann skjótast fram. Tað hevur lítla finnu. Tað hevur sjónskan beinkamb av trantinum, undir eygunum og næstan til kápuendan, har kamburin endar í einum, sum næstan stendur leyst útúr, sum ein negl. Eygað er umleið 1/3 av høvuðlongdini, og gronin framman fyri eygað er minni enn eygnatvørmátið. Roðslan er hvøss og skrubbut. Gotið er tætt aftur móti gotfjøðurini. Uttan um gotið er roðslusett. Uggafjøðurspíssurin røkkur akkurát aftur móti gotinum.

Eyðkenni: Lítli, svarti bletturin á búkinum. Beinkamburin á høvdinum. Fremra ryggfjøðurin er aftari enn uggafjaðrarnar, er ikki smátent á kantinum framman og kemur ikki aftur til aftaru ryggfjøður.

Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Sortplettet skolæst, en: Blackspot grenadier, fr: Grenadier raton, ís: Trjónuhali, no: Spiritist

Útbreiðsla: Svartblettuta langasporl er í Atlantshavinum norður til Suðurnoregs, um syðra partin av føroyskum sjógvi til Suðurlandið í Íslandi og Suðurgrønlands. Tað er eisini í Miðjarðarhavinum, við Vesturafrika, Asoroyggjar og Norðuramerika.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017