• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Svarthávur (ljóshávaættin)
Centroscyllium fabricii (Reinhardt, 1825)

Stødd: Svarthávur verður upp í 120 cm langur, vanlig longd er um 80-90 cm.

Dýpi: Hann er vanligur fiskur á dýpi millum 250-1500 m og er helst eisini djúpari.

Litur: Hann er svartur ella heilt myrkabrúnur. Myrkastur er hann undir búkinum.

Lýsing: Svarthávur er langur og nakað smidligur. Tjúkkastur er hann um búkin, kvennfiskarnir hava ofta tjúkkan og vatnutan búk.

Píkur er framman fyri tær báðar ryggfjaðrarnar. Tann aftara ryggfjøðurin er umleið tvær ferðir so stór sum fremra. Sama er við píkunum. Táknaopini ganga beint móti uggafjøðurini. Hann hevur stór eygu. Andaholini eru umleið 1/3 av eygnastøddini. Hann hevur stutta gron. Hann er svartur inni í kjaftinum. Tenninar eru umleið eins í báðum kjaftum, smáar, í 3-5 røðum. Kjafturin er bogin.

Eyðkenni: Svarthávur er slenutur, bleytur, tá hann er deyður. Á trolveiddum fiski er skræðan ofta skrødd, og tað sæst inn á tann hvíta fiskin. Hann hevur øguliga heilt smá ljósgøgn. Hann kennist frá døkkhávi m.a. á tí, at aftari endi á búkfjaðrafestinum kemur aftur um aftara píkin.

Týdningur: Hann hevur lítlan og ongan vinnuligan týdning.

da: Fabricius sorthaj, en: Black dogfish, fr: Aiguillat noir, ís: Svartháfur, no: Islandshå

Útbreiðsla: Svarthávur er í Norðuratlantshavi, í hellingunum frá Ittoqqortoomiit í Eysturgrønlandi, Íslandi og suður við Vesturafrika. Í Davisfirði, suður til Virginia. Á Miðatlantsrygginum, á bankum og tindum suður til Asoroyggjar. Undir Føroyum fæst hann sunnanfyri og vestanfyri.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skrubbhávar Squaliformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017