• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Svartkalvi (flundruættin)
Reinhardtius hippoglossoides
(Walbaum, 1792)

Stødd: Svartkalvi verður í mesta lagi umleið 125 cm langur. Siljafiskar eru sjáldan longri enn 80 cm.

Dýpi: Hann er botnfiskur millum 200 og 2000 metrar, men er eisini uppi í sjónum, heilt upp í vatnskorpuna.

Litur: Um bakið er hann myrkabrúnur, næstan svartur. Á blindusíðu er hann dimt brúnligur, tó væl ljósari enn um bakið. Trolog garnaveiddur svartkalvi er ofta nakað sjávaður og litfarin, og ein farri av bláligum, viólbláum hómast tá. Svartkalvin er tann flatfiskur, ið hevur mest lit blindumegin.

Lýsing: Svartkalvi er høgravendur flatfiskur. Vinstra eyga kemur ikki heilt yvir á ovaru síðu, sum á øðrum flatfiskum, men verður verandi á kantinum á høvdinum. Hann hevur stóran kjaft við hvøssum tonnum, og týðiligt undirbit. Ryggfjøðurin byrjar beint aftan fyri vinstra eyga. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur til klingruna. Uggafjaðrarnar eru nakað smáar og eru umleið eins til støddar. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er bert eitt lítið sindur innbogin aftan. Strikan er bein. Rangir svartkalvar síggjast av og á.

Eyðkenni: Dimmi liturin blindumegin. Beina strikan. Vinstra eyga situr ovast á høvdinum.

Týdningur: Svartkalvi verður nógv veiddur og er dýrur fiskur.

da: Hellefisk, en: Greenland halibut, fr: Flétan noir, ís: Grálúða, no: Blåkveite, tý: Schwarzer Heilbutt

Útbreiðsla: Svartkalvi er allastaðni undir Føroyum, har sjógvurin er kaldur. Annars er hann frá Svalbarði til Murmansk og Norskurennu. Hann er vestan fyri Írland, á Hattonbanka og grynnum haðani norðureftir. Hann er við Jan Mayen, undir Íslandi og í Grønlandi. Frá Baffinslandinum til New Jersey. Í norðaru pørtunum av Kyrrahavinum er hann eisini.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Flatfiskar Pleuronectiformes

14 ættir eru í flatfiskahópinum við 134 slektum og 678 sløgum.

Av hesum eru undir Føroyum 2 ættir við tilsamans 11 slektum og 11 sløgum:

  • Kvoysuættin (Scophthalmidae)
  • Flundruættin (Pleuronectidae)

Flatfiskarnir eru eyðkendir við teirra flata og asymmetriska kropskapi, har onnur síðan vendur upp og hin niður. Nýklakt yngul, ið livir uppi í sjónum, hevur vanligt fiskaskap, men eftir eina tíð sum yngul byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, og fiskurin fær sítt flata skap. Á onkrum av flatfiskunum verður tó annað eygað verandi á kantinum á høvdinum. Yngulin byrjar nú at svimja á síðuni. Umleið samtíðis fer fiskurin niður á botnin at vera. Eygnasíðan fær dimman lit, og blindasíða ljósan. Teir hava eina langa ryggfjøður og eina langa gotfjøður. Fyri tað mesta liva teir sum botnfiskar, men eru tó uppi í sjónum viðhvørt, onkur sløg regluliga.

Í útheiminum eru onkur sløg, sum liva í feskum vatni. Við Føroyar er okkurt slag, sum fyri ein part er í feskum vatni og í blandingsvatni, men annars livir flatfiskur í sjónum.

***

Eitt sindur um flatfiskarnar
Undir Føroyum eru bæði vinstravendir og høgravendir flatfiskar.

Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra lið upp, og á høgravendum flatfiski vendir høgra lið upp.

Allar kvoysurnar, glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa, eru vinstravendar.

Allir hinir flatfiskarnir, hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka, eru høgravendir.

Eyguni eru tímegin, sum vendir upp.

Tann síðan, sum vendir upp, er altíð dimmari enn hin, og hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veruleikanum er síða.

Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru lið upp. Ein slíkur kalvi nevnist „rangur kalvi“.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017