• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Svartkjaftur (toskaættin)
Micromesistius poutassou (Risso, 1827)

Stødd: Svartkjaftur verður upp í umleið 50 cm. Í veiðuni er hann vanliga 20-35 cm langur.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur og botnfiskur, vanliga úr 200 m niður á 400 m dýpi, men eisini úr vatnskorpuni niður á umleið 1000 m. Litur: Livandi í sjónum hevur svartkjaftur heilt annan lit enn tann trolveiddi fiskurin. Livandi minnir hann mest um hvíting, tó heldur grønari. Trolveiddur fiskur missir roðsluna og av tí eisini sínar litir, og tá sær hann soleiðis út: bakið er óblankt blálitt, ljósari bláur, og silvurkendur er hann um síðurnar og hvítgráur undir búkinum. Hann er svartur inni í kjaftinum og táknaholunum.

Teinar: R1 12-14; R2 12-14; R3 23-28; G1 33-39; G2 24-27.

Lýsing: Svartkjaftur hevur tríggjar smáar ryggfjaðrar. Tær báðar fremru eru stuttar og ganga upp í ein spíss. Tann aftasta er long. Hann hevur tvær gotfjaðrar. Tann fremra er um ein triðing av heildarlongdini. Tann aftara er umleið somu longd sum aftasta ryggfjøður. Fremra gotfjøður kemur fram undir umleið hálvar uggafjaðrarnar. Siljafiskar hava langar búkfjaðrar, rognafiskar hava stuttar. Kjafturin er fremst á gronini. Hann hevur undirbit. Sterturin er eitt sindur sýldur. Gotið er umleið undir fremra enda á fremstu ryggfjøður, kanska heldur fremri.

Eyðkenni: Tær stuttu ryggfjaðrarnar og gloppið ímillum teirra. Hann er svartur inni í kjaftinum og táknaholurnar eru svartar. Gotið er frammarlaga.

Týdningur: Svartkjaftur hevur stóran týdning fyri bæði mat- og ídnaðarfiskiflotan.

da: Blåhvilling, en: Blue whiting, fr: Poutassou, ís: Kolmunni, no: Kolmule, tý: Blauer Wittling

Útbreiðsla: Svartkjaftur er um alt tað føroyska sjóøkið, bæði við botnin og uppi í sjónum. Annars er hann um tað mesta av havinum, í Barentshavinum, undir Eysturgrønlandi og Íslandi, í Biskeiavíkini, Norðsjónum og Skagerrak suður í vestara part av Miðjarðarhavinum, og nakað suður við Vesturafrika. Undir Vesturgrønlandi og suður til USA.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017