• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Tindaskøta (skøtuættin)
Amblyraja radiata Donovan, 1808

Stødd: Tindaskøta verður upp í 100 cm long, men er sjáldan yvir 60 cm long.

Dýpi: Hon er vanliga úr 35 metrum niður á 500-600 metra dýpi, men fæst tó onkuntíð heilt niður á 1000 metrar.

Litur: Hon hevur lutvíst lit eftir botninum. Bakið er ofta brúngrátt, onkuntíð ljósagrátt, við sprøklutum ljósum og - ella dimmum blettum og strikum. Undir búkinum er hon hvítgrá.

Lýsing: Hon hevur stutta gron og stuttan hala. Píkar eru um meginpartin av skivuni, á ravunum smáir, hvassir sum sandpappír. Av halanum fram móti nakkanum eru 12-19 stórir píkar, nakrir smáir eru hvørjumegin á halanum. Á hvørji øksl eru 1 ella 2 stórir. Millum eyguni eru 2 røð. Píkarnir eru ruflutir við rótina. Hon hevur ikki píkar hvítumegin.

Ryggfjaðrarnar sita tætt saman, og har er eingin píkur ímillum teirra.

Eyðkenni: Nógvu píkarnir á bakinum og halanum. Ongin píkur er millum ryggfjaðrarnar, og hon hevur stuttan hala.

Týdningur: Nakað verður avreitt av tindaskøtu á marknaðunum í Evropa.

da: Tærbe, en: Starry ray, fr: Raie radiée, ís: Tindaskata, no: Kloskate, tý: Sternrochen

Sí myndir og videoklipp her.

Útbreiðsla: Tindaskøta er um alt Norðuratlantshavið suður til Ermarsund eystanfyri og South Carolina vestanfyri. Hon er við Nýfundland, undir Grønlandi, Íslandi og í Barentshavinum. Hon er vanlig undir Føroyum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017