• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Trýnisállur (trýnisállur)
Serrivomer beanii Gill & Ryder, 1884

Stødd: Trýnisállur verður upp í 78 cm langur.

Dýpi: Gamal fiskur er úr 150 m niður á 3000 m. Larvurnar eru í teimum ovastu 300 metrunum.

Litur: Hann er dimmsilvurgráur / -brúnur, høvdið er mest sum svart / blásvart.

Lýsing: Hann er langur og klænur, hevur állaskap. Hann hevur eina langa ryggfjøður, sum er umleið 2/3 fram á bakið. Gotfjøðurin er eitt sindur longri fram á fiskin. Uggafjaðrarnar eru heilt smáar. Hann hevur ikki búkfjaðrar og ikki roðslu.

Høvdið er langt við nevlíkum kjafti, undirkjafturin er longri enn yvirkjafturin. Tenninar eru nógvar og rættiliga stórar. Eyguni sita beint yvir kjaftklovanum.

Sporlið mjækkar aftur í endan og er umleið 73-80% av heildarlongdini.

Stertur er eingin, fiskurin endar í einum spíssi, har ryggfjøður og gotfjøður renna saman aftast.

Eyðkenni: Állaskapið, nevið og liturin eyðkenna trýnisállin.

Týdningur: Trýnisállur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Næbål, en: Beans sawtoothed eel, fr: Serrivomer trapu, ís: Trjónuál 

Útbreiðsla: Trýnisállur er á djúpum vatni frá Suðurafrika og Vesturafrika, Madeira og Asoroyggjum norður á Suðurlandið í Íslandi. Við Hattonbanka, á Reykjanesrygginum og Íslandsrygginum. Eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Undir Føroyum er hann í hellingunum sunnanfyri og vestanfyri.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Állafiskar Anguilliformes

Hópurin hevur 15 ættir, ið hava 141 slektir og umleið 791 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum skrásettar 5 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í
part:

  • Állaættin (Anguillidae)
  • Djúpállaættin (Synaphobranchidae)
  • Snípuállaættin (Nemichthyidae)
  • Havállaættin (Congridae)
  • Trýnisállaættin (Serrivomeridae)


Állafiskar eru eyðkendir við sínum langa og klæna skapi. Teir hava ikki búkfjaðrar, summi sløg hava heldur ikki uggafjaðrar.

Nøkur sløg hava ein beinleysan skræðulepa til stert, onnur hava ongan stert.

Állafiskar av ættini Anguillidae eru katadromir. Hinar ættirnar liva alt lívið í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017