• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Tunga (flundruættin)
Microstomus kitt (Walbaum, 1792)

Stødd: Tunga verður í mesta lagi 67 cm long. Undir Føroyum sjáldan yvir 50 cm, vanliga 30-45 cm.

Dýpi: Hon er úr 20 metra dýpi niður á 220 metra dýpi.

Litur: Hon er brúnsprøklut, reydlig, við myrkum og ljósum flekkum og marmaralitum á bakinum. Hon er hvít blindumegin, tó hava summar nakað av baklitinum eisini blindumegin. Aloftast við reydligum fjaðrarondum.

Lýsing: Hon er høgravendur flatfiskur. Strikan er bert eitt sindur bogin yvir uggafjøðurina. Hon hevur eina ryggfjøður frá vinstra eyga aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum aftur til klingruna, smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar, nógv rundaðan stert og smáar roðslur. Hon hevur lítlan kjaft við lutfalsliga stórum granum, og kjaftklovin røkkur ikki aftur undir eygað. Tunga er sliputur og smeðin fiskur.

Eyðkenni: Hon hevur ikki pík við gotið. Lítlan kjaft. Reydligi marmaralitti farrin. Lítli bogin á strikuni.

Týdningur: Tunga verður nógv veidd og hevur góðan prís.

da: Rødtunge, en: Lemon sole, fr: Limande sole, ís: Þykkvalúra, no: Lomre, tý: Limande

Útbreiðsla: Tunga er undir Føroyum og Íslandi. Hon er í Hvítahavinum, vestur og suður við norsku strondini suður í syðra part av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum, runt Bretsku Oyggjarnar og suður í Biskeiavíkina.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Flatfiskar Pleuronectiformes

14 ættir eru í flatfiskahópinum við 134 slektum og 678 sløgum.

Av hesum eru undir Føroyum 2 ættir við tilsamans 11 slektum og 11 sløgum:

  • Kvoysuættin (Scophthalmidae)
  • Flundruættin (Pleuronectidae)

Flatfiskarnir eru eyðkendir við teirra flata og asymmetriska kropskapi, har onnur síðan vendur upp og hin niður. Nýklakt yngul, ið livir uppi í sjónum, hevur vanligt fiskaskap, men eftir eina tíð sum yngul byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, og fiskurin fær sítt flata skap. Á onkrum av flatfiskunum verður tó annað eygað verandi á kantinum á høvdinum. Yngulin byrjar nú at svimja á síðuni. Umleið samtíðis fer fiskurin niður á botnin at vera. Eygnasíðan fær dimman lit, og blindasíða ljósan. Teir hava eina langa ryggfjøður og eina langa gotfjøður. Fyri tað mesta liva teir sum botnfiskar, men eru tó uppi í sjónum viðhvørt, onkur sløg regluliga.

Í útheiminum eru onkur sløg, sum liva í feskum vatni. Við Føroyar er okkurt slag, sum fyri ein part er í feskum vatni og í blandingsvatni, men annars livir flatfiskur í sjónum.

***

Eitt sindur um flatfiskarnar
Undir Føroyum eru bæði vinstravendir og høgravendir flatfiskar.

Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra lið upp, og á høgravendum flatfiski vendir høgra lið upp.

Allar kvoysurnar, glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa, eru vinstravendar.

Allir hinir flatfiskarnir, hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka, eru høgravendir.

Eyguni eru tímegin, sum vendir upp.

Tann síðan, sum vendir upp, er altíð dimmari enn hin, og hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veruleikanum er síða.

Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru lið upp. Ein slíkur kalvi nevnist „rangur kalvi“.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017