• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Tussafiskur (tussafiskaættin)
Ceratias holboelli Krøyer, 1845

Stødd: Kvennfiskar verða upp í 120 cm í fullari longd, kallfiskar 16 cm aftur til klingruna. Kallfiskarnir eru ofta at síggja sitandi fastgrónir undir búkinum á kvennfiskinum, har liva teir eitt lív sum støðugir sáðbankar og sníkar.

Dýpi: Undir Føroyum er hann fingin á umleið 570 metra dýpi við botnin, men er annars mest uppi í sjónum úr vatnskorpuni niður á 2000 m.

Litur: Tussafiskur er svartur, grásvartur. Um høvdið, allan kroppin og út á stertin er fult av hvítligum naddum, ið minna um gjar.

Lýsing: Hann er klumputur fiskur. Hann hevur stórt høvd, meira enn 1/3 av standardlongdini, stóran, upprendan kjaft ovast og fremst á høvdinum. Eyguni eru smá og sita ovarlaga og aftarlaga á høvdinum. Hann hevur langa og klæna stong á nakkanum millum eyguni og táknaopini. Ein líknandi stong er mitt á bakinum. Á sporlinum eru 4 førligir teinar, nakað av skræðu er ímillum teinarnar. Hetta er ein ryggfjøður. Beint undir henni situr gotfjøðurin, lík ryggfjøðurini, men heldur minni. Sterturin er stórur við 8 førligum, longum og næstan Tussafiskar Tussafiskaættin berum teinum. Teir 4 mittastu teinarnir greina seg í tvey. Hann hevur smáar uggafjaðrar, ið sita framman fyri miðjuna á fiskinum, mitt uppi á síðuni.

Eyðkenni: Á kvennfiski er longdin úr gronini til uggafjøðurina, umleið 34% av standardlongdini. Upprendi kjafturin. Stengurnar. Naddarnir, ið líkjast gjari.

Týdningur: Tussafiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Holbølls storangler, en: Kroyer’s deep sea angler fish, ís: Sædjøfull  

Útbreiðsla: Tussafiskur er í øllum heimshøvunum. Her á leið er hann fingin undir Grønlandi, Íslandi og vestan fyri Írland, undir Føroyum vestur úr Mykinesi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Tussafiskar Lophiformes

Tussafiskahópurin hevur 18 ættir við umleið 66 slektum og 313 sløgum.

Undir Føroyum eru skrásettar 4 ættir við 5 slektum og 6 sløgum:

  • Havtaskuættin (Lophiidae)
  • Grønlandstussaættin (Himantolophidae)
  • Tussafiskaættin (Ceratidae)
  • Lusiferættin (Linophrynidae)

Undarlig útsjónd sermerkir tussafiskarnar. Teir flestu fiskarnir tykjast trevsutir, og teir flestu hava stórligt rundbøllut skap.

Á fleiri teirra er fremsti teinur í ryggfjøðurini vorðin til eina stong, ið verður brúkt sum tráða við „agni“ at lokka annan fisk til sín.

Oftast stóran kjaft við stórum tonnum, táknaopini eru smá.

Seinir svimjarar og lítið virknir fiskar. Hjá nøkrum teirra eru kallfiskarnir sera smáir og eru viðhvørt at sýggja grónir fastir uppi á kvennfiskunum.

Tussafiskar eru bæði á grunnum og djúpum vatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017