• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Tvíprikkuti stubbi (stubbafiskaættin)
Gobiusculus flavescens (Fabricius, 1779)

Stødd: Tvíprikkuti stubbi verður vanliga upp í umleið 6 cm langur. Longsti tvíprikkuti stubbi, sum er fingin í Føroyum, var 6,7 cm.

Dýpi: Hann er inni í fjøruni, í taranum, í smáum torvum.

Litur: Kroppurin er reyðbrúnur við fýra ljósum ‘saðlum’ tvørtur um bakið frá høvdinum aftur um aftaru ryggfjøður. Myrkir og bláligir blettir eru fram við strikuni. Ryggfjaðrarnar og sterturin hava reydlig tvørbond. Kallfiskarnir hava klárari litir. Ein stórur, dimmur blettur er á síðuni á klingruni, oftast við gulligari rond. Ein annar kámari er undir fremru ryggfjøður. Hesin bletturin er ikki, ella sæst neyvan, á kvennfiskunum. Í gýtingini hava kallfiskarnir ofta sterkar, bláar litir og eru næstan ikki at kenna aftur.

Teinar: R1 VI (VI); R2 I + 9-12; G I + 9-10.

Lýsing: Tvíprikkuti stubbi hevur tvær ryggfjaðrar, aftara er størri og er líka stór sum gotfjøðurin. Hann hevur stórar, breiðar og avrundaðar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar og eru rættiliga stórar. Sterturin er næstan beinur aftan, bert eitt sindur rundaður aftureftir. Hann hevur stór eygu, ið eru størri í tvørmát enn frá eygunum fram á gronina.

Eyðkenni: Svarti bletturin á síðunum á klingruni. Fýra ljósir ’saðlar’ tvørtur um bakið. Sum tann einasti stubbin hevur hann sjey teinar í fremru ryggfjøður.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Toplettet kutling, en: Twospotted goby, fr: Gobie nageur, no: Tangkutling, tý: Fleckgrundel – Schnappkühling

Útbreiðsla: Hann er úr Føroyum, við Vesturálin í Noregi, innansyndis í Danmørk og nakað inn í Eystarasalt. Runt Bretsku Oyggjarnar og suður til Portugals.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017