• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Ulka, krutt (ulkuættin)
Myoxocephalus scorpius
(Linné, 1758)

Stødd: Undir Føroyum verða kvennfiskarnir neyvan longri enn 32 cm, kallfiskarnir nakað styttri, vanlig stødd er um 15-25 cm. Undir Íslandi 40 cm, og norðari verða tær upp í 90 cm langar.

Dýpi: Hon er úr fjøruni og út á 250 metrar. Vanligast er ulkan á harðbotninum og í taraskóginum á grunnum vatni. Hon er onkuntíð fingin úti á landgrunninum.

Litur: Ulka er brún, gulbrún við blettum og flekkum um síðurnar og undir búkinum, skiftandi litir, onkuntíð við veikum, grønligum farra. Oman fyri uggafjaðrarnar eru viðhvørt myrkar flekkur og hvítir blettir. Undir búkinum hava kvennfiskar appilsingulan ella gulligan lit, og kallfiskarnir eru reyðari, kirsuberjalittir. Bæði kynini hava hvítligar blettir.

Teinar: R1 VII -XI; R2 14-17; G 10-14; U 14-16; Ry 34-35.

Lýsing: Allar fjaðrarnar á ulku eru stórar uttan búkfjaðrarnar. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Sterturin er nakað rundaður aftan. Tjúkkastur er fiskurin fremst um bulin, síðan smalkar hann javnt aftur til stertin, har hann er rættiliga klænur. Høvdið er stórt og breitt. ‘Kjalir’ eru eftir nakkanum aftur frá eygunum. 3-4 píkar eru á kápuni hvørjumegin, tann ovasti er størstur og vísir upp aftureftir, og ein minni píkur er niðastur. Strikan er sløtt, men bæði undir og yvir er píkarað við smáum píkum. Eyguni eru miðalstór, og framman fyri tey eru tveir píkar, og aftan fyri eru eisini tveir. Kjafturin er stórur.

Eyðkenni: Strikan er sløtt, ryggfjaðrarnar eru tætt saman, og eingir píkar røkka aftur um kápuna.

Týdningur: Ulka hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Almindelig ulk, en: Shorthorn sculpin, fr: Scorpion de mer, ís: Marhnútur, no: Ulke, tý: Seeskorpion

Sí myndir og videoklipp her.

Útbreiðsla: Ulka er vanligur fiskur undir Føroyum. Er annars úr Biskeiavíkini til Íslands, Eysturgrønlands og Jan Mayen. Hon er í Eystarasalti, Norðsjónum og norður til Norðurnoregs, er eisini í syðra parti av Barentshavinum, við Svalbarð, í Hvítahavinum og Karahavinum. Vestanfyri er hon um alt Vesturgrønland, í Hudsonflógvanum og Davisfirði suður til New Jersey.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

  • Kongafiskaættin (Scorpaenidae)
  • Knurrhanaættin (Triglidae)
  • Ulkuættin (Cottidae)
  • Brynjukruttaættin (Agonidae)
  • Huldukruttaættin (Psychrolutidae)
  • Rognkelsisættin (Cyclopteridae)
  • Súgfiskaættin (Liparidae)

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.

Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017