• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Valtrarfiskur (bendlafiskaættin)
Lamprogrammus shcherbachevi.
Cohen & Rohr, 1993

Stødd: Valtrarfiskur verður upp ímóti 200 cm langur.

Dýpi: Hann er niður á umleið 1000 metra dýpi.

Litur: Tað er óvist, hvussu hann er littur livandi, men sjávaður úr trolinum er liturin gráur/gráhvítur.

Teinar: R 130-140; G 104-117.

Lýsing: Valtrarfiskur er langur og klænur fiskur. Um bulin er hann tvær ferðir so høgur, sum hann er breiður, og aftari er hann enn smalri. Hann hevur ikki búkfjaðrar. Uggafjaðrar eru, tó longdin er ókend. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina langa gotfjøður. 71-74 ryggjargeislar. Høvdið er um 12% av heildarlongdini, og tað er lægri, enn tað er langt, og smalri, enn tað er høgt. Frá kjaftinum upp á nakkan eru einar 8 kullur niður í skallan, og ímillum stinga ryggir seg upp í ymsum skapi. Kjafturin er miðalstórur, bogadregin og kemur aftur um eyguni. Hann hevur heilt smáar tenn í tøttum tanngarði, aðrar tenn eru ikki, smalar granar og fýra nasagluggar, ið eru frammarlaga beint yvir yvirkjaftinum, tveir hvørjumegin. Afturkanturin á kápuni er beinur og bleytur. Fremra kápubeinið er mitt á kápuni, hevur 5-7 flatar vøkstir afturúr. Hann hevur smá eygu, onga finnu ella aðrar vøkstir úr høvdinum. Ein strika við umleið 35 kullum er ovarlaga eftir síðuni. Tær størstu kullurnar eru um 2-3 cm langar, 1 cm breiðar og 0,7 cm djúpar. Ein meira vanlig strika er mitt eftir síðuni.

Eyðkenni: Vøkstirnir á kápuboganum. Strikan.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

ís: Trølli

Útbreiðsla: Valtrarfiskur er lítið kendur, bert 6 fiskar eru skrásettir um allan heimin. Hann er í øllum heimshøvum, í Indiahavi, í útnyrðing úr Avstralia, úti fyri Angola, Franska Gujana og Surinam. Í útsynning úr Reykjanesi og eina ferð fingin vestan fyri Føroyabanka.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Bendlafiskar Ophidiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 100 slektir og 385 sløg.

Undir Føroyum eru skrásettar 3 ættir, 4 slektir og 4 sløg:

  • Gestfiskaættin (Carapidae)
  • Bendlafiskaættin (Ophidiidae)
  • Drymbingaættin (Bythitidae)

Ryggfjaðrarnar eru langar. Summi sløg eru long og kløn, meðan onnur eru heldur stutt, høg og smøl.

Hesir fiskarnir liva á djúpum vatni, niður á umleið 8400 metra dýpi (í Puerto Rico-dýpinum).

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017