• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Albatross

Albatross (lat. Diomedea melanophrys (Tem); da. Albatros) eru fuglar, sum liva í sunnara helmingi av verðini. Tað eru fleiri sløg, og øll eru tey avbara stór. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, flogið kann vera meir enn 4 metrar. Teir eru hvítir við svørtum veingjum.

Í 1860 var ein vilstur til Føroyar og tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið súlukongur. Hann fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár. Tá ein dagin, sum hann sat í berginum, kom ein utróðrarbátur framvið og skeyt hann á setri sínum. Nøkur ár seinni varð ein annar skotin á Føroyabanka.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017