• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Bringureyði

Bringureyði

Bringureyði (lat. Erithacus rubecula L; da. Rødkælk) er nakað minni enn steinstólpa. Hann er gulligtreyður niðast av bringuni og upp um eyguni og nevið; veingir og vel eru brún; annars er hann morgrønur omaná, mest hvítur í neðra. Hann eigur í Noregi og Danmark og so longur burturi. Til okkara kemur hann stundum um summarmála1), men rýmir tá skjótt. Aftur kemur hann um veturnætur2) og kann tá steðga til út ímóti jólum — hendir seg allan veturin. Ofta leitar hann í hoygarðar og hoppar har millum desirnar at fáa sær mýggjabitar og hoysniglar. Tað er vakur fuglur, varin og vitugur og sera spakur. Tey stóru klóku eyguni ansa eftir øllum, ið fyriferst — tó kann tann, ið varliga fer at, koma honum so nær, at hann næstan røkkur at nema við hann. Har, sum ikki kettur eru, steðgar hann ofta í nógvar dagar. Alifuglur er hann sera alskin, kennir væl húsfólkið, kemur til teirra og letur so blídliga, tá ið hann sær tey koma inn.

1) 14. apríl.

2) 14. oktober.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017