• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Bládúgva (Dúgva)

Bládúgva

Bládúgva (lat. Columba livia (Gmel); da Klippedue), oftast nevnd bara dúgva, er sera snotiligur og tekkiligur fuglur. Liturin er vakurt grábláur, aftast á velinum er hon svørt, og tvørtur um veingirnar ganga tvær svartar rendur; summar eru vakurt svartflekkutar um allan veingin og um kápuna. Hálsurin glitrar og skyggir av grønum og reyðum fjøðrum. Beinini eru korkareyð og eygað gulbrúnt.

Føturnar á dúgvu eru setuføtur, men nógv tjúkkari enn á smáfugli; og tí at teir eisini eru sera stuttir, hava tær eitt margháttligt gongulag, duffa framyvir, hvørja ferð tær stíga til.

Bládúgvu dámar best at liva nær sjógvi. Við strendurnar uttan um Miðjarðarhavið eiga tær nógvar. Men so reiðrast tær onga aðrastaðni í Europa uttan í Føroyum — og nakrar fáar við vesturstrond Noregs og Skotlands. Til bústað velja tær sær gjótur og holur í bergi og urðum, altíð út mót sjónum, og ofta so niðarlaga, sum tær fáa fyri brimi. Longu á mariumessu fer steggin at draga turr strá, sýruleggir, fjaðrar og tílíkt, sum bøgan ger sær til eitt vána reiður, og harí verpur hon 2 hvít egg. Klekingartíðin er 2 ti ½3ðju viku. Tá ið ungarnir eru mánað  gamlir,  flúgva teir út, og so  verpa tær  gomlu  aðru  ferð.

Um heystið koma tær í bøin og síggjast so har til langt út á várið. Føðin er korn, grasfræ og annað urtafræ. Sær hon eitt nýsáað rótakál, so legst hon í tað at pikka, og tí hevur hvør maður loyvi at skjóta hana á veltu síni, tó at hon annars er friðlýst alt árið. Mangan hava tær verið skotnar við kjósini fullari av kálfræ, og tað veksur merkiliga væl, tá ið tað verður sáað aftur aðru ferð.

Frá eldgomlum tíðum hevur fólk havt tamar dúgvur og alt fram nýggj sløg. Nú eru meir enn 100 tom dúgvusløg við mongum litum og summi margháttlig av útsjónd; øll eru tey ættað frá bládúgvu. Tiltiknast av teimum eru brævdúgvurnar. Tær finna heim aftur, ið hvussu langt tær koma burtur. Menn hava tí tikið tær við sær á longum ferðum. Tá ið teir vilja senda boð heim, stinga teir eitt lítið bræv í eina f jøður, sum teir binda undir velið á brævdúgvuni, og sleppa henni so. Hon flýgur óføra skjótt, rúmliga 100 km í tíman, so hon er ikki leingi um at bera boðini fram. — Nú á døgum tekur tó radio arbeiðið frá henni.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017