• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Dunna

Tomu dunnurnar eru ættaðar frá teimum villu, og enn eru nógvar meinlíkar villdunnu á liti, men á vøkstri nakað størri. Nú í tíðini síggjast dunnur, ið eru heilt ólíkar ættarfedrunum bæði á liti og stødd. Ikki er gott at vita, hvaðani Føroyingar av fyrstu tíð hava fingið dunnur, men eftir navninum dunna at ætla skuldi tað helst verið úr Skotlandi ella Suðuroyum (t. e. Hebridunum).

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Antarsløgini

Antarsløgini kennast frá gásunum av tí, at tey eru smærri á vøkstri og meira lágføtt. Á øllum teimum eru steggin og bøgan mestu tíðina á ári sera ólík á liti; men í klekingartíðini og eitt sindur longur út kunna tey vera so lík, at tey kennast ikki at.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017