• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Erla kongsdóttir á vári

Erla kongsdóttir

Erla kongsdóttir (lat. Motacilla alba L; da. Hvid Vipstjert) kemur um somu tíð sum steinstólpan, og hon hevur longri vegin, tí hon er sunnari í Afrika um veturin. Hon er vakur og snotiligur fuglur. Nakkin og velið eru svørt, pannan og vangarnir og búkurin hvít, kápan reinlitt grá; hálsurin og bringan og veingirnir eru svørt og hvít. Kimilig og kvik er hon, ongantíð í frið.

Ikki er hon stygg fyri fólki, landanna millum setur hon seg ofta á skip; og tá ið hon fær fótin á jørð, leitar hon til húsa, har hon flýgur og smýgur um í túnum og toftum, veipandi við velinum javnt og samt. Teir gomlu Føroyingarnir vildu ikki vera drumbar við arbeiði sínum, og teir søgdu, hon kom at skoða køstarnar, um teir vóru tømdir. Og vist er tað, at væl dámar henni í køstum, antin teir eru tómir ella fullir — har man vera ormar og annað smákykt at fáa. Men reinfør er hon, javnan veður hon í ánni, baðar og pískar sær. 

Ikki láta tær fródliga sum steinstólpa, men tær eru heldur ikki komnar í heim sítt. Tá ið tær hava hvílt seg, halda tær vegin fram — norður til Íslands. Tað hendir tó, at onkur verður eftir og eigur í Føroyum. Tá syngja tær, og tað eru einastu løtur, eg síggi erlur sita í frið. Reiðrið er ringt at finna, men tá ið ungarnir eru floygdir, leita teir at húsum, og teir eru góðir at kenna av tí, at einans velið og tær størstu veingjaf jaðrarnar eru svørt, og av tí at velið er so stutt. — Eftir gomlu ólavsøku1) koma tær aftur úr Íslandi við ungunum; teir hava nú fingið ein svartan lit á barkan og velið er fullvaksið ella so nær.

1) t.e. 10. august. Gomlu halgidagarnir eru 12 dagar aftan á teimum nýggju.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017