• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Fransaterna á sumri.

Fransaterna

Fransaterna (lat. Larus ridibundus L; da. Hættemåge)  er væl minni enn rita. Á liti líkist hon ternu, hevur bleika grábláa kápu, svart høvd, reytt nev og reyðar føtur. Bringan hevur ofta ein káman reydligan dám. Hon eigur víða um í Europa. Í Føroyum sæst nakað til hennara um summarið, men sjaldan verpur hon; tó vita menn hana hava átt í øllum teimum størru oyggjunum. Reiðrið ger hon sær á lodnum fløtum, stundum tætt við ternureiður. — Eggini eru 3, tey kennast frá ternueggjum, tí tey eru nógv størri. Dúnungin er reyðgráur við svørtum blettum. Ungfuglurin er morflekkutur á bakinum, gulgráur uppi á høvdinum. — Eisini um veturin hendir tað at síggja hana. Tá hevur hon hvítt høvd við einum  dimmum  bletti  við  eygað  og  einum 
øðrum við oyrað.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017