• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Fulkubbi á vetri.

Fulkubbi

Fulkubbi (lat. Alle alle L; da. Søkonge) ella Fulkobbi er nakað sum stari til støddar. Hann er svartur omaná við hvítum strikum aftur eftir bakinum og tvørtur um veingirnar, í neðra hvítur. Nevið er stutt og kubbut. Hann eigur í óføra stórum meingi í norðastu kuldalondum, sum Grønlandi, Svalbarði og ikki sørt norðarlaga á Íslandi. Tað er ein lívligur og bragdligur fuglur, kvikur og snúiligur at renna millum urðagrótið, svimur skjótt og ger stór kav.

Her uttan um Føroyar sæst hann um hávetur, stundum í flokki, men mest einstakir. Aftaná stóródnir, tá ið hann einki vinnur til føði, rekur onkur deyður á
land. Teir norðastu Grønlendingarnir taka hann við fleygastong; teimum er hann ein hentur fuglur, bæði til matna og klædna, einki lívir so væl sum plagg, seymað saman av fulkubbaskinni, siga teir.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017