• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Gjør á sumri.

Gjør

Gjør (lat. Podiceps auritus L; da. Hornet Lappedykker) — summstaðni nevnd bárafjatla — er lítið størri enn lundi. Aftanvert um høvdið hevur hon ein stóran krans av klønum, gulum og svørtum f jøðrum. Bringan og síðurnar eru vakurt reyðbrúnar, bakið dimmbrúnt við ljósari gráligum strikum, í neðra er hon hvít. Ungfuglurin er javndimmur omaná og hevur ongan krans. Eisini tær gomlu missa kransin um veturin. Vel hevur hon einki. Fitjurnar eru klovnar.

Reiðrið ger hon sær helst í tjørnum og lítlum vøtnum og tjóðrar tað við longum stráum fast í bukkabløð og annan vatnvøkstur. Dúnungarnir eru svartir. Stundum sæst hon svimja við teimum uppi á bakinum. Føðin er mest smásíl, marflugur og tílíkt.

Gjør eigur nógv í Íslandi. Í Føroyum er hon sjaldsom at síggja. Og bara hendinga ferðir veit nakar hana hava átt her. Í 1945 átti ein á Toftavatni og fekk 5 ungar, men 3 av teimum hvurvu — helst tiknir av fugli; ikki so undarligt, at hon tá ikki hevði hug at koma aftur.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Lómasløgini

Lómasløgini hava nøkur sermerkir, sum gera, at tey verða roknað sum ein bólkur fyri seg. Høvuðseyðkenni teirra er, at tey hava flatan fótlegg, og at føturnir eru heilt aftarlaga undir gumpinum. Tí er bólkur teirra í bókum kallaður "teir gumpføttu".

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017