• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gorfuglur

Gorfuglur (lat. Pingvinus impennis L [Alca impennis]; da. Gejrfugl) er útdeyður um alla verð. Í liti og eisini í nevinum líktist hann mest álku, men hann var nógv, nógv størri, tættvið so stórur sum gás. Men veingirnir vóru so lítlir, at hann kundi ikki flúgva, og tað varð honum at bana. Hann átti í Íslandi og Grønlandi og Nýfundlandi. Við Føroya strendur var hann ofta um veturin og stundum um summarið, men átti ikki. Allar staðir vóru menn grammir at veiða hann, tí hann var frálíka góður matur, og tí varð hann allastaðni avoyddur.

Ikki eru allir á einum máli um, hvar hin seinasti varð dripin í Føroyum. Skúvoyingar siga, hann varð fingin millum annan hellufugl á Gævukletti, stutt vestan fyri Sigmundarrók í Skúvoy. Siður var at býta hann móti 3 lomvigum, hesa ferðina býttu teir hann móti 6, tí hann var so sjaldsamur. Kirkjubøkingar siga, at seinasti varð tikin á Boðbergstanga í Trøllhøvda, eina ferð teir vóru eftir hellufugli. Báðir geva upp somu tíð »um 1820«. Uppskrivað er, at ein varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808. Í Íslandi vórðu tveir fingnir í 1844, og tað eru teir seinastu, sum livað hava. — Enn eru til nakrir útstappaðir hamir og nøkur útblást egg; tey eru til støddar sum svanaegg. Sjaldan verða hesir gripir seldir, og tá kosta teir mangar túsund krónur.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017