• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Havgás á sumri.

Havgás

Havgás (lat. Colymbus immer (Brünn.); da. Islom) er meinlík lómi í vakstrarlag, men nógv størri — rætt ein prúður og vakur fuglur. Omaná er hon svørt; á høvdi og hálsi við grønum og bláum og korkareyðum dámi, á kroppinum við hvítum fýrhyrntum blettum, sum ganga rað aftan fyri rað tvørtur um bakið. Undir øsinum er ein blettur við klønum svørtum og hvítum foyrum, og niðari á hálsinum er ein ringur av sama slagi. Í neðra er hon hvít. Búnin allur skyggir sum silki.

Um veturin er hon dimmbrún á bakinum; teir hvítu blettirnir síggjast enn, men eru nú gráir og kámir. Hálsurin er mest hvítur við dimmum blettum. Hin skyggjandi dámin hevur hon nú mist. Ungfuglurin líkist teimum gomlu á vetri, men kennist væl frá, av tí at hann hevur ikki bleikar blettir, men gráar strikur á bakinum.

Havgás hevur ikki átt í Føroyum, men hon sæst ofta á sjónum og hendir seg vøtnum, bæði í summarbúna og vetrarbúna, — men so eru ófriðarkropparnir eftir henni við byrsunum! Í teimum fáu bygdunum, har menn eru betur siðaðir og lata hana hava frið, kann hon steðga langa tíð og verður tá hálvavegna spøk. Har er
hugnaligt at síggja tær so óttaleysar floyta sær nakrar favnar frá støðni, hvørva og koma upp frá botni við sandflundru í nevinum.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Lómasløgini

Lómasløgini hava nøkur sermerkir, sum gera, at tey verða roknað sum ein bólkur fyri seg. Høvuðseyðkenni teirra er, at tey hava flatan fótlegg, og at føturnir eru heilt aftarlaga undir gumpinum. Tí er bólkur teirra í bókum kallaður "teir gumpføttu".

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017