• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Havørn (Ørn)

Havørnin (lat. Haliaetus albicilla L; da. Havørn) hevur nakað minni kropp enn svanur, men nógv longri flog, hálvan triðja metur. Hon er mest brún — tær gomlu hava hvítt vel; føturnir eru sólgulir. Hon eigur í fjallalondum, Noregi og Svøríki, ikki sørt á Íslandi — altíð nær við sjógv ella vøtn ella stórar áir. Sum allur rovfuglur heldur hon seg mest einsamøll ella saman í pørum.

Føðin er mest fiskur og fuglur. Høgt í lofti sveimar hon spakuliga um og skimast; sær hon tá fisk uppi undir vatnskorpuni, stoytir hon sær niður og tekur hann í klørnar. Tey fuglasløg, sum fara á flog, letur hon vera í frið; men teir, ið kava, eygleiðir hon, til teir koma upp; eru teir knappir undir aftur, kunna teir sleppa einar tvær ferðir; men eina ferð mugu teir steðga til at anda, og tá hevur hon klørnar í teimum, og flýgur so burt at eta teir. Á landi drepur hon ikki nógv annað enn harur og rýpur. Deyðseyða og onnur ræ á sjógv ella landi dámar henni væl. Har sum hon eigur, hevur tað hent seg, at hon hevur tikið lítil børn, so søgnin um ørnina í Tindhólmi er væl trúlig.

Reiðrið er oftast í høgum homrum, óføra stórt, sum favn breitt og hálvan favn høgt; tilfarið er mest viðagreinar, í neðra tjúkkar sum armar, sum upp kemur, klænir. Sum aðrir rovfuglar verpur hon tíðliga á vári — longu í mars. Eggini eru 2; 6 vikur tekur at klekja tey. Ungarnir elta tær gomlu til út á heystið. Í árunum, áðrenn teir setast í búgv, strúka teir víða um lond. Nú og tá kemur onkur til Føroyar. Tá væntaðu teir gomlu Føroyingarnir stórt herverk í haganum; ein maður, sum skeyt eina ørn, varð fríur bæði fyri nevtoll og skjútsflutning, so leingi hann livdi. Enn koma ørnir higar av og á, men einki hoyrist um, at tær gera nakað ilt.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017