• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimagás

Heimagásin er avkom av grágásini. Summar av teimum hava hildið hin gamla litin, og summar hava broytt lit, eru hvítar, flekkutar, morbøkutar. Í vakstrarlag eru tær yvirhøvur meira kroppljótar, bøllutar og tungførar, tí at tær hava gjøgnum mong ættarlið livað so stilt lív og rørt kroppin ov lítið.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017