• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heykar

Heykar (da. Høg) líkjast falkum bæði í stødd og útsjónd, men teir hava onga »tonn« á nevinum, og veingir teirra eru kubbutari. Sløgini eru nógv. Tvey av teimum hava komið villandi til Føroyar, men sera sjaldan; tey eru lítið minni enn veiðifalkur, á liti mest dimmbrún, men steggin av øðrum slagnum er ljósgráur omaná. Heykar hava áður í tíðini somuleiðis sum veiðifalkar verið nýttir til at taka fugl við.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017