• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hvítravnur

Hvítravnar hava ikki verið nakrastaðni uttan í Føroyum. Teir vóru hvítir í neðra, harafturat á høvdinum, barkanum, velinum og meginparti av veingjunum; svartir vóru teir oman á hálsinum og kápuni og fremra parti av veingjunum, tvørtur um bringuna var ein svørt lind. Serstakt slag vóru teir ikki meir enn so, at ofta var annar makin svartur og hin hvítravnur; ungarnir vóru tá summir flekkutir, men flestu svartir. Dýrafrøðingar og savnhús í útlondum vildu fegin keypa henda sjaldsama fugl, og 200—300 ár herfyri vórðu nógvir veiddir og seldir av landinum. So við og við fækkaðust teir burtur, seinasti eg veit um varð sæddur í Velbastaðhaga í 1916. Nú hevur ein Nólsingur, Sigmund Jakobsen, skrivað til mín í apríl 1949, at ein hvítravnur er sæddur seint í 1948 suðuri ímóti Borðuni fleiri ferðir av fleiri álítandi monnum; 24/1 1947 skrivaði hann, at hann var sæddur "í stórkavanum í 1947". Nú eru teir helst útdeyðir.

Eftir gamlari lóg skuldi hvør maður í Føroyum millum 15 og 50 ár á hvørjum ári lata 1 ravnsnev ella 2 nev av kráku, baki ella skúgvi; hvør, sum einki nev átti, mátti í staðin rinda pening, "nevtollur" kallaður. Seinni varð tað broytt so, at fyri hvørt ravnsnev fekk maður 16 oyrur og fyri krákunev 8 oyrur; nú er tað 1 króna fyri ravnsnev, 30 oyrur fyri krákunev.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017