• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Jói

Jói

Jói (lat. Stercorarius pomatorhinus; da. Mellemkjove) er væl størri enn vanligi kjógvin. Á bakinum er hann grábrúnur; hálsurin er hvítur, gulligur niður frá vangunum; næstan allir eru bringuhvítir.  Snældufjaðrarnar eru breiðari í aftara enda og soleiðis snaraðar, at tá ið fuglurin situr, liggur fremri endin av teimum flatur, meðan á aftara enda vendir annar jaðarin beint upp og hin niður.

Úti á havi jagstrar hann ofta ritur; snúiligur, sum hann er, kastar hann sær ofta á liðina, og tá er snældan øll kløn at síggja; kvikur vendir hann sær á, bakið upp, og í stundini sýnist snældan at fáa ein knøtt á endan. Á land kemur hann ikki. Hann eigur einans norðuri í kuldanum. Um veturin flytur hann suður í lýggjari sjógv. — Navnið jói er gamalt føroyskt; men nú eru menn ósamdir um, hvør fuglur tað er. Einstakir meina, at tað bara var eitt annað navn á hvítkjógva. Men henda fuglin havi eg hoyrt útróðrarmenn nevnt jói.
 
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Kjógvasløgini

Kjógvasløgini líkjast másasløgunum í vakstrarlagi, men hava stóran spískan krók á nevinum og sterkar, hvassar og krókutar kløur, — tað vísir, at rovfuglakyni er í teimum. Veingirnir eru einskila stórir, og teir flúgva so skjótt, at fáir fuglar kunna sleppa undan teimum. Aftur úr velinum hava teir, uttan skúgvur, tvær langar fjaðrar, snældan nevndar. — Másasløgini og kjógvasløgini verða ofta sett saman í ein bólk, sum er kallaður teir vongstóru ella stórveingir.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017