• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Knubbsvanur

Knubbsvanur (lat. Cygnus olor L; da. Knopsvane) er bjartari hvítur enn sangsvanurin. Nevið er fagurt reytt við einum svørtum runni niðan á pannuna. Tá ið hann svimur, ber hann hálsin í vøkrum bugi og veingirnar høgt lyftar upp frá bakinum. Villur knubbsvanur eigur sjaldan norðarlaga í Europa, men tamur livir hann víða hvar á tjørnum og vøtnum, reiðrast og fær ungar og rýmir ikki burtur um veturin. Fyri fólki hevur hann ongan ótta, kemur teimum heilt nær. Men ikki vil hann verða tikin, fríur vil hann liva. Hann er eisini førdur til Føroyar, og hevur her livað væl og fingið ungar. Og ikki er hann illførur sum sangsvanurin.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017