• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Korngás

Korngásin (lat. Anser albifrons; da. Blisgås) líkist nógv grágásini, men er heldur dimmari og brúnligari. Nevið er svart inni við høvdið, ytri er tað gult, ytst í endanum svart. Føturnir eru gulir. Veingirnir eru langir, og hon hevur kimiligari og snotiligari vakstrarlag enn aðrar villgæs. Eisini hon livir mest av grasi og heldur seg á víðopnum fløtum, so tað er ógjørligt at koma henni í skotmála. Tá ið hon flýgur millum lond, skipar hon seg á sama hátt sum grágásin.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017