• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Kráka

Kráka

Kráka (lat. Corvus corone cornix L; da. Krage) eigur í øllum londum her um vegir uttan Íslandi — har sæst hon tó ikki so sjaldan. Allastaðni dugir hon væl at vinna sær føði. Í bønum etur hon mongd av ormi og snigli. Við lendingarnar er slógv og fiskarusk at fáa, og víða í sjóvarmálanum eru krabbar, kræklingar og øður. Eru skeljar so sterkar, at hon fær ikki høgt hol á tær, so flýgur hon høgt upp og sleppir teimum niður, so tær brotna. Sama sæst hon stundum gera við rottu. Egg og ungar dámar henni væl, men flestu hagafuglar eru mentir at reka hana burtur, og smáfuglar okkara eiga helst í tronga, sum hon ikki sleppur inn í. Seinna part á sumri legst hon á svartberini; skalið og fræið spýr hon upp aftur, so víða hvar um hagan liggur blá krákuspýggja. Fiskur, ræstur ella feskur, verður ikki vandaður, og deyðseyða er hon gramm eftir. Men lomb drepur hon ikki — uttan tey eru hálvdeyð áður.

Reiðrið hevur hon í gjáum og homrum. Tilfarið er oftast lyngur, hampiliga ringdur uttan um kulluna í miðjuni, grovar lyngkløur ytst, klænri, sum inn kemur, innast linir grønir spírar, og so klætt við ull. Eftir krossmessu1) verpa tær 4—6 egg, litt sum ravnsegg, men nógv minni. 18 dagar seinni koma ungarnir út; teir eru berir og búkstórir, ljótir á at líta — og enn ljótari, tá ið teir eru stapaðir. Men »kráku líkist best á unga sín«; nærløgd er hon at væla um teir. Hvørja ferð, hon kemur at reiðrinum, gapa teir, og hvørja ferð hevur hon at geva teimum. Mánað gamlir eru teir floygdir, men summarið at enda fylgir hon teimum og huglar om teir.

Kráka er semiligur fuglur og heldur seg mest í flokkum. Stundum leggjast aðrir fuglar, hjaltakrákur og rókar, upp í flokkin, og øll semja tey væl. Og vitug er hon, vitugast av øllum fuglum, siga summir vísindamenn. Maður við stavi í hondini kann ganga nær fram við henni, og hon letst sum einki; men hevur hann byrsu í hendi, so flýgur hon burt, langt áðrenn hann er í skotmála. Reiðrið ger hon ofta uppiyvir har, sum ein røð út úr er niður gjøgnum hamarin; sær hon tá fólk koma, stoytir hon sær niður tímegin røðina, sum tey ikki síggja, og tætt yvir jørðini flýgur hon so í skjól. Fær ein eyga á ein rovfugl, so ger hon atlát, tær, sum hoyra, koma til, og so herja tær á og reka rovfuglin burtur; so snúiligar eru tær í flognum, at sjálv ørnin hjálparleys flýggjar undan, tá ið nakrar krákur rúka á hana.

Mál hennara er ikki vakurt, men tað hevur mong skiftandi ljóð: krá, kra, krov, korr, klá, karra, karrá, karrov og annað, eftir sum tað er kúri ella kæti, ótti ella erpni, blídni ella brigsl, hon vil siga frá. Stundum kemur hon nær at fólki, vendir sær beint ímóti og letur hart og álviliga, sum hon skuldi havt nakað at siga teimum. Harav er komin hin fyrndargamla pátrúgvin í norðanlondum, at tann, ið skilur krákumál, fær at vita mangt, ið henda skal. Føroyingar søgdu eisini, at krákurnar komu saman at halda ting og har ofta dømdu onkra til deyða; tað sama skriva menn í Amerika. Áður vóru krákurnar nógvar í Føroyum, og tá stóðst spell av teimum. Korn ótu tær av veltunum, fisk undan hjøllunum og deyðseyða í haganum. Nú er umskift: akrar og fiskahjallar eru horvnir og bráðasóttin við. Tær fáu krákur, ið nú eru, gera so ikki skaða, men meira gagn við ta nøgd av ormi og snigli, tær eta. Tað er tí ónýtt at lata pening fyri at avoyða kráku.

1) 3. mai.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017