• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Krikkont. Ovari: steggi; niðari: bøga

Krikkont

Krikkont (lat. Anas crecca L; da. Krikand) — summstaðni av misgáum kallað stikkont — er góð at kenna av tí, at hon er so lítil. Steggin tapir einki fyri villdunnusteggjanum í vakurleika, heldur er hann at vinna. Høvdið omaná og tað mesta av hálsinum er reyðbrúnt. Á hvørjum vanganum og haðani langt oman á hálsin er ein stórur fagurt glitrandi grønur litur. Kroppurin er rondutur av fínum svørtum og hvítum strikum, og spegilin er bjart grønur. Bøgan líkist mest villdunnuni, men hevur grønan spegil. — Nú á døgum er tað sera sjaldan at finna krikkantarreiður her í Føroyum. Eggini eru nógv, 8—10 siga teir. Dúnungin er littur sum villdunnuungi. Reiðrið ger hon sær altíð har, sum vatn er høgligt at koma í.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Antarsløgini

Antarsløgini kennast frá gásunum av tí, at tey eru smærri á vøkstri og meira lágføtt. Á øllum teimum eru steggin og bøgan mestu tíðina á ári sera ólík á liti; men í klekingartíðini og eitt sindur longur út kunna tey vera so lík, at tey kennast ikki at.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017