• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Landørn

Landørnin (lat. Aquila chrysaetus L; da. Kongeørn) — eisini kallað kongaørn — líkist havørnini, men er nakað minni. Hon eigur í mongum londum her um leiðir, eitt nú Noregi og Svøríki. Reiðrið hevur hon helst uppi á høgum fjøllum inni í landinum. Tað er ein rættur skaðafuglur. Mest føðir hon seg av harum og fugli, men tekur eisini størri dýr, lomb, hundar, kettur, revar o. a. Ræ legst hon eisini á; og stundum kelkar hon so nógv í seg, at hon illa orkar á flog.

Ikki so fáar ferðir er tað hent, at hon hevur tikið børn. Í einum dali í Noregi tók hon ikki langt síðani eitt 4 ára gamalt barn. Tað var farið út í túnið, og stutt eftir saknaðu tey tað burtur. Í stundini fóru nógvir menn at leita, og morgunin eftir funnu teir tað í tryggum svøvni. Ørnin hevði ikki orkað at bera tað allan vegin í senn, men lagt tað á ein stall í einum høgum hamri. Tað var heilt óskalað og segði, at ein stórur fuglur hevði borið seg. — Í Føroyum veit eingin landørn vera sædda.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017