• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Lerkur

Lerkur (lat. Alauda arvensis L; da. Lærke) líkist mest grátítlingi í útsjónd, morgráur við brúnum vangum og gulligum dámi í neðra. Á skallanum eru langar fjaðrar, sum hann av og á reisir upp til ein topp. Um veturin heldur hann sær í lýggjum londum; men longu áðrenn kavin kreymar, kemur hann til Norðurlondini í stórum flokkum. Í skógi dugir hann lítið, men á sløttum graslendi rennur hann skjótast av smáfuglum. Tá ið grasið er so frætt vaksið, at tað fjalir, ger hann sær eina lítla kullu til reiður og verpur 4—5 morgrá dimmprikkut egg.

Sangari er hann frálíkur, reinmæltur og mjúkmæltur, hartil bæði áhaldin og harðmæltur. Frá tí hann kemur, til út at ólavsøku hoyrist allan dagin hansara fagri fjølbroytti songur, meðan hann hongur høgt í lofti, hækkandi og lækkandi seg líkt og grátítlingur. Morgun og kvøld — og um miðsummar alla náttina — situr hann og syngur spakuligari. Sjaldan sæst hann í Føroyum, og enn sjaldnari eigur hann, so her hevur fáur hoyrt hansara viðgitna song.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017