• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Páfuglur

Páfuglur (lat. Pavo cristatus; da Påfugl) livir villur í India; og haðani er hann førdur um alt Europa, tí hann er so sjaldsama vakur, bláur á bringuni, grønur og reyður á bakinum; vakrast er tó hitt avbara stóra velið, sum hevur nógvar litir, og sum hann ofta spílar út sum eina sól.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017