• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Reyðspógvi

Reyðspógvin (lat. Limosa limosa Brchm; da. Kobbersneppe) er væl minni enn spógvi. Nevið er líka langt sum spósnev, men beint ella eitt sindur uppábent. Hann er sera hábeintur. Høvd og hálsur og bringa er reyðbrúnt, koparlitað — harav hevur hann eisini navnið koparsnípa. Kápan er flekkut av dimmbrúnum og bleikbrúnum, velið er svart, í neðra er hann hvítur. Tá ið hann flýgur, sæst ein hvít strípa á veingjunum. Um veturin er hann mest gráligur omaná. Hann er ikki ofta at síggja í Føroyum, og sera sjaldan hevur hann reiðrast; men í 6 ár (1914—1919) átti hann stutt oman fyri bøgarðarnar í Sandavági. Dúnungin líkist mest spósunga. Floygdur ungi er dimt morsprøklutur.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017