• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Ritupisa

Rita

Rita (lat. Rissa tridactyla L; da. Tretået Måge) (ryta) kann kallast ein hagafuglur, sum er lagstur í bjørgini. Í útsjónd, bæði á liti og vakstrarlag, er hon meinlík hagafugli, og í haganum situr hon stundum í stórum flokkum, men ikki byggir hon uttan í steyrrættum bergi. Á fjøðrini er hon litt sum fiskimási; nevið er gult, men hevur ikki reyðan blett, føturnir eru svartir. Hon eigur í stórum meingi við allar strendur á Norðureuropa og Norðuramerika og er ein av teimum fuglum, sum mest er til av í verðini. Eisini í Føroyum er hon uppi teimum mestu.

Reiðrið ger hon sær á knallum og kneysum og smølum rókum í meitilberginum. Um várið roytir hon sær gras og mosa, sum hon fer við út í eitt díki, og tvassar har, inntil tað er væl útkleint Í móru. Av tí klínir hon sær so eitt stórt reiður, og letur tað liggja í frið eina rúma tíð, til tað er væl harðnað. Tá verður tað ótrúliga sterkt, so sterkt, at bjargamenn kunna nýta tað til at styðja fótin ímóti og til at taka hendurnar í. Á hvørjum ári byggir hon upp á tað, so við tíðini verður tað ein høg túgva. Omaná har leggur hon sær so hitt rætta reiðrið av mjúkum grasi og verpur so vanliga 2, stundum 3 egg, morgrá við dimmum blettum. Klekingartíðin er millum 3 og ½4ðu viku.

So málamiklar eru tær, at tær eru vorðnar eitt orðtak, — »tagnar ikki heldur enn ritan í berginum«. So at siga alla náttina hoyrast tær. Dúnaða pisan er bleikt grá; tá ið hon er fjaðrað, hevur hon ein svartan lit aftan á hálsinum og ein undir eyganum og er nakað nógv svørt á veingjunum og aftast á velinum; eisini er nevið svart.

Pisurnar sleppa ikki av reiðrinum, fyrr enn tær eru floygdar; og tá ið tað líður fram mót tí tíðini, fara menn summastaðni at síga eftir rituungum. Í langari línu heingja teir seg niður til reiðrini og taka pisurnar. Ofta koma teir aftur við góðum fongi.

Tá ið ungarnir eru floygdir, fer ritan úr bjørgunum. Nú síggjast tey nakað á vøtnum og firðum, men mest úti á havi. Um hávetur eru tær flestu burtur, men út ímóti grækarismessu koma tær aftur á havleið.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017