• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Sandgrælingur.

Sandgrælingur

Sandgrælingur (lat. Calidris arenaria; da. Sandløber) er til støddar sum fjallmurra. Her sæst hann um somu tíð sum grágrælingurin. Tá er hann á bakinum sprøklutur av gráum og hvítum og svørtum, í neðra hvítur; hálsurin er á hinum gomlu gulligur við dimmum prikkum, á ungunum mest hvítur ella bleikgulur. Hann heldur seg niðast við sjóvarmálan, stundum á hellum og klettum, men mest á sandi. Tað er spakur fuglur; ikki fyrr, enn tú ert nær hjá honum, rennur hann undan, ofta hoppandi langan veg á øðrum beini. Tað hendir seg eisini at síggja hann um várið; tá er hann øðrvísini littur, men kennist væl frá hinum grælingunum av tí, at teir hava allir eina lítla baktá, men hann onga; eisini hevur hann stytri nev enn teir. So lítil, sum hann er, er hann óføra harðvunnin og eigur einans í kaldastu londum, eitt nú norðast í Grønlandi og á oyggjunum har vestanfyri. Um veturin er hann aftur suðuri ígjøgnum, eitt nú í Australia og Patagonia. — Ofta er tað so, at norðari eitt fuglaslag er um summarið, longur suður fer tað um veturin.
 
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017