• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Vinstrumegin: skata á vetri; høgrumegin: ungi.

Skata (Skatumási)

Skata (lat. Larus canus L; da. Stormmåge) er av teimum lítlu másasløgunum, lítið størri enn rita. Føturnir hava ein grønligan lit, og nevið er grøngult; annars líkist hon ritu í útsjónd. — Í Noregi eigur hon í hópatali. Í Føroyum hevur hon altíð verið ein sjaldsamur fuglur, mangastaðni ókend. Í seinnu tíðini hevur sæst meir til hennara og í summum støðum er hon nú farin at eiga í haganum. Eggini eru á liti og stødd sum rituegg. Dúnungin er gulgráur við svørtum prikkum, ungfuglurin gráflekkutur. — Í bygdum, sum hon leingi hevur verið kend, er hon nevnd skatumási ella skata; summstaðni er hon nevnd gneggjus. Í  nøkrum støðum, har hon er nýkomin, vita teir einki navn til hennara. Og í einstøkum bygdum er hon kallað fransaterna, men tað má vera av misgáum. Ritu líkist hon; ikki um nakrar vegir er hon lík ternu, so tað er ótrúligt, at teir gomlu skuldu farið at givið henni eitt ternunavn. — Tað er eingin fagnaðargestur at fáa. Hann tekur egg og ungar frá øðrum hagafuglum; fram við lundaurðum jagstrar hann sildberan, til hann má sleppa sildini, og ikki er tað sørt, hann tekur av pisum, fyrst tær koma út úr holuni.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017