• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Skógspurvur

Skógspurvur (lat. Passer montanus L; da. Skovspurv) er til støddar nakað sum grátítlingur. Omaná er hann flekkutur av brúnum og svørtum, uppi á høvdinum reyðbrúnur, vangarnir eru hvítir við svørtum bletti í; tvørtur um veingin ganga tvær hvítar rendur. Velið er grátt. — Í 1866 komu tveir til Skúvoyar. Teir klaktu tvær ferðir um árið, og við tíðini nørdust teir so, at fleiri stórir flokkar vóru altíð at síggja í bønum; aðrar oyggjar komu teir ikki í. Teir ótu kornið av veltunum, og Skúvoyingar vistu sær eingi ráð til at sleppa av við teir. Men so hvurvu teir líka brádliga, sum teir vóru komnir. Síðan tá hava teir lítið sæst í Føroyum.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017