• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Steggi

Smyril

Eittans falkaslag eigur í Føroyum. Tað er smiril (lat. Falco columbarius L; da Dværgfalk) (smyril). Hann er av minstu falkum. Steggin er dimmgráur omaná, gulbrúnur við dimmum strikum í neðra og um hálsin; bøgan er smáflekkut av dimmum og ljósum brúnum. Ungfuglurin líkist bøguni, men dimmari.

Smirilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbara væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smirilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smirilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smirilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smirilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin.
 
Starar tyrpast tætt saman í flokk undan honum, og flúgva so høgt upp í loft — væl vita teir, at uttan hann er uppi yvir teimum, fær hann hvørki nev ella kløur í teir. Og onkursvegna munna teir eisini fáa ørkymlað hann í flognum, tí tá ið teir halda seg væl saman, má hann oftast fara frá við ongum. So ræddur kann stari
vera, at hann flýgur undan inn í roykstovuna og ytst undir væðingina; og so morðgírugur er smirilin, at hann eltir; men tá ið hann sær fólkið inni, skundar hann sær út aftur. Eisini størri fuglar, sum lógv og snípa, mugu stundum lata lív fyri honum. 

Smiril eigur víða í norðanlondum, men einans í Føroyum er hann alt árið. Reiður tímir hann ikki at gera sær, tekur heldur eitt krákureiður; tá verður bardagi millum bæði, men knappur og knáur, sum smirilin er, má krákan oftast dvína, alt hon er nógv størri.

Smiril verpur 4 reyðbrún egg, og 3 vikur seinni koma ungarnir út. Kemur tú at reiðrinum, so blaka teir seg á ryggin og høgga upp ímóti tær við klónum — teir eru av tí berginum brotnir — bregða ikki úr ætt. — Ljótt er at síggja, hvussu smiril drepur smáfugl, og ofta illskast vit inn á hann, men annars kann hann ikki liva. Hvat skulu vit tá siga um teir »sportsmenn«, sum mest til stuttleika drepa og særa hundraðtals av fuglum, særa teir so, at teir mangan fáa óreiðiligari deyða, enn tá ið smiril tekur  teir.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Falkar

Falkar eru grammastu rovfuglar. Nógv eru sløgini, t.d. veiðifalkur, smiril og tornfalkur, og flestu liva einans av fugli, sum teir taka í flognum. Teir flúgva óføra skjótt, hartil eru teir knappir í vendini. Nevkrókurin er stórur, og aftan fyri hann hava teir hvørjumegin ein brodd sum eina sagtonn til at skræða sundur við. — Falkur livir í einbýli og tolir ikki aðrar falkar nær hjá sær.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017