• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Snjóugla

Snjóuglan (lat. Nyctea scandiaca L; da Sneugle) er næstan so stór sum ein gás. Tær ungu eru gráflekkutar; sum tær eldast, lýsna tær, og gamlir steggjar eru næstan snjóhvítir. Hon eigur norðast í kuldanum, Grønlandi, Sibiria og nógvum Íshavsoyggjum. Norðarlaga í Noregi eigur hon uppi á fjøllunum. Um veturin kemur hon oman í dalarnar, og stundum flytur hon seg nakað suður, hendir seg til Føroyar.

Hon er grammari enn hinar uglurnar; rýpur og entur tekur hon, eisini fisk, og hendir seg haru. Stór og sterk, sum hon er, tykist hon ikki at ræðast fyri nøkrum. Tá ið tað ræður um at verja ungarnar, fírir hon ikki fyri fólki; særd snjóugla brennir á bæði menn og hundar og klórar og bítur, so tað munar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017