• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Strutsur

Strutsur1(lat. Struthio; da. Struds) er størsti fuglur, ið nú livir — so høgur, at maður røkkur ikki at nerta við høvdið á honum. Kroppurin er tungur — tyngri enn ein miðalmaður — hann orkar als ikki at flúgva. Men so mikið raskari er hann at renna. Beinini eru long og sterk; ilskógvurin er trútnaður upp til ein harðan vøl. Einar tveir favnar fetar hann í hvørt lopið, so ikki skjótasti hestur er mentur at elta hann, tá ið rásin ikki er heilt long.

Hann livir á sandi og grasfløtum í Afrika og haðani nakað inn í Asia. Eggið vegur ½2nað kg, so nógv sum 24 høsnaregg. Steggin er kolsvartur við blóðreyðum hálsi, og hevur stórar hvítar dúnfjaðrar í veingjum og veli. Hesar glitrandi hvítu fjaðrarnar eru avbara vakrar og dýrar, og tí hevur strutsur frá gomlum døgum av verið nógv veiddur. Seinni fóru menn at hava nakrar tamar; tá ið tað ráddi um at koma ein veg í bræði, spentu teir ein fyri vogn ella settu seg upp á bakið á honum. So lærdu teir, at tað loysti seg væl at halda struts eftir fjøðrunum, og nú er strutsahald ein vinnuvegur í mongum londum.

1) Strutsadeildin hevur stórar og sterkar føtur, oftast bara 2 ella 3 tær. Veingirnir eru so ússaligir, at fuglarnir orka ikki at flúgva.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017