• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Vinstrumegin: hvítsúla; høgrumegin: grásúla.

Súla

Súla (lat. Morus bassanus L; da. Sule, Havsule) er størsti byggingarfuglur í Føroyum. Flogið er favn langt úr einum veingjabroddinum í annan. So langt aftur í tíðina sum nakrar frásagnir røkka og inntil nú fyri fáum árum síðani, hevur hon átt einans á Mykineshólmi og tveimum drongum har vestanfyri. Áður enn Sunnbiarsteinur var niðurlopin, hevði hon setur har, men átti ikki. Og í ongum øðrum stað setur hon seg niðurat, uttan hon er deyðasjúk — feig, søgdu teir gomlu.

Prúð er hon at síggja, tá ið hon kemur stillisliga flúgvandi fram yvir sjónum, snjóhvít við ytra helmingi av veingjunum svørtum. Á nakkanum og hálsinum er hon gullig, og føturnir eru svartir við klænari grønari striku niður eftir framrøðini á legginum og haðani omaná hvørjari tá út í klónna. Høgt yvir sjónum fer hon, — eyguni mugu vera óføra góð, tá ið hon úr tí hædd kann síggja seið og sild niðri í sjónum — brádliga stoytir hon sær so niður, eitt sindur á skák; veingirnar heldur hon fyrst nakað út frá sær, alt sum hon kemur niður, nærkast teir kroppinum, og í tí hon fer undir, hevur hon teir tætt at síðuni; tað hevði verið ein dyggur stoytur, men nevið og høvdið eru vaksin sum ein kíli til at taka hann av. Blámandi fer hon nakrar favnar niður — tað hendir, at hon kemur føst í gørn meir enn 12 favnar undir vatni — er burtur eina góða løtu og kemur so undan aftur, stundum við so harðari ferð, at hon støkkur leys úr sjónum.

Á pálsmessu1) kemur súlan at landi. Um grækarismessu fer hon at væla sær um reiðrið, sum hon hevði í fjør. Tað er bæði stórt og sterkt, klínt saman sum ritureiður av grasi og tara og harafturat ymissum, tær finna á floti, sum smá træsprek, pettir av hvannjólum og tílíkt. Hon verpur eitt hvítt egg og vermir í 6 til 7 vikur. Dúnungin er hvítur; ompul er hann kallaður. Fjaðraður er hann dimmgráur við hvítum prikkum og eitur tá grásúla. Ungarnir verða mataðir soleiðis, at súlan stingur nevið inn í hálsin á teimum og spýr føðina niður í teir. Eftir mikkjalsmessu rýma bæði grásúlan og hvítsúlan.
 
Tá ið grásúlan kemur aftur fyrsta árið, er hon hvít um høvur og háls; annað árið hevur hon dimman kross omaná, og triðja árið er hon sprøklut eftir rygginum. Hesi árini er hon í Mykinesi nevnd oyðisúla, í Sørvági grindubøka.
 
Um miðjan september fara Mykinesmenn at taka grásúlu, sláa hana við einum træ í høvdið, so hon doyr. Hesa seinastu tíðina hava teir fingið sum 900 um árið. Hon er óføra feit og smakkar væl. Nakrar heingja teir upp at turka, men tað mesta salta teir. Fyrr tóku teir eisini hvítsúlu; men teir sóu, hon var í minking, og so nøkur ár herfyri løgdu teir tað av. Síðani tá er hon væl nørd, og nakrar fáar hava tikið nýtt land, eiga inni á sjálvari oynni.

Norðan fyri og vestan fyri Hebridurnar, langt burtur av landsleið, eru nakrir drangar og hólmar, har súlur eiga í óførum meingi. Á hvørjum heysti fara menn út á summar av teimum, liggja har í nakrar dagar og veiða grásúlur í manga túsund tali.

1) pálsmessa er 25. januar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017