• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Terna.

Terna

Terna (lat. Sterna macrura (Naum); da. Havterne) eigur í norðastu londum runt um heimin. Á Bjarnoynni og Svalbarði er óført meingi av henni. Um veturin er hon sunnast í Afrika og Amerika og líka á oyggjunum suðuri í Íshavinum. Hon flýgur so tvær ferðir um árið um hálvan heimin so at siga. — Higar kemur hon á halvarðsøku1), seinast av Føroya búfuglum. Lívligt er tá at hoyra hennara »kri kri«, og prýði er í henni, har hon hevur tilhald. Kroppurin er lítið størri enn á einum smáfugli, men teir longu veingirnir og tær sera longu velfjaðrarnar gera, at hon býður sær nógv størri út. Lítið sæst hon sita á sjógvi ella landi, og at ganga fæst hon næstan einki við — føturnir eru neyðarsliga lítlir; sína mestu tíð livir hon á veingjunum. Og eingin av fuglum okkara hevur so lætt og yndisligt flog sum ternan. Um hon so klekir, er lítil friður í henni — »steðgar ikki heldur enn terna skjýtst niður á egg«, er eitt orðtak.

Best dámar henni nær sjónum. Á lágum nesum og á hólmum í sjógv ella vøtnum kann hon eiga óføra tætt, so at hann, ið har gongur, má ansa sær, ikki at traðka í okkurt reiðrið. Og hann fær meir at ansa sær fyri — ternan vil verja avkom sítt. Við harðari ferð skjýtur hon seg niður, so hann má veittra hondina upp ímóti, um hann ikki skal fáa nevsoddin í skallan. Kemur rovfuglur at, flykkjast tær tættar uttanum og reka hann harðliga burtur. Eggini eru 2, hendir seg 3. Eftir ½3ðju viku kemur út, og nú flúgva tær gomlu javnan til og frá berandi æti í nevinum. Kavað eftir tí fáa tær ikki, uttan tær stoyta sær høgt úr lofti niður í sjógv. Hjá reiðrunum liggja ofta lítlir murtar — »ternumurtar« kallaðir — stundum lundasild, hendir seg onkur lítil tarabrosma.  

Dúnungin er gulligur við dimmum strikum eftir bakinum. Floygdur kennist hann væl frá hini gomlu av tí, at hann hevur nógv stytri vel og er hvítur framman á skallanum; eisini er hann gulbrúnt sprøklutur á bakinum. Út ímóti mikkjalsmessu rýma tey. Har, sum ternan eigur, verður grasgott, og tað saman við vakurleika hennara ger hana væl lídda av fólki.

1) 15. mai.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017