• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Ovara: Á sumri. Niðara: ungi.

Tjaldur

Tjaldrið (lat. Haematopus ostralegus (Brünn); da. Strandskade) kemur á grækarismessu, verður altíð sagt. Men ikki kemur tað altíð sjálvan grækarismessudag1). Summi árini sæst tað nakrar dagar fyri; sjaldan man tað vera seinni. í hvussu er: grækarismessudag meta vit tjøldrini at vera her, og so væl eru tey fagnað, at hesin dagur fram um allar aðrar mishalgidagar er vorðin ein merkisdagur í árinum. Fá eru tey ár, at ikki onkur yrking verður gjørd um grækarismessu — tjøldur — várkenslur.

Fyrst síggjast bara nøkur fá saman, og tey gera lítið um seg, bert eini tvey »klipp« hoyrast nú og tá, meðan tey flúgva; tey eru ferðamóð. Men skjótt síggjast smáir flokkar bæði í bø og haga og í fjøruni, summi títt titandi, summi hoppandi á øðrum beini, og teirra glaða »klipp klipp klii« hoyrist árla og síðla. Hin ramligi snøgt avmarkaði svarti og hvíti liturin býður sær væl út, og tað álreyða nevið og teir korkareyðu føturnir eru gott prýði. Í haganum finna tey sær ormar og reyðmaðkar, í fjøruni fliður og sandmaðkar og mangt annað. Kemur tú á fjøru fram á eina hellu, sum tjøldur sita á, finnur tú stundum nógvar tómar fliðuskeljar. Flestu hava tær stórt skarð brotið úr røðini; men summar eru heilar, tær hava tey fingið leysar við at stumpa nevið knappliga at teimum. Øður taka tey eisini; men tá hevur tað hent, at øðan hevur tikið tjaldrið, klipt skeljarnar saman um nevið og hildið, til flóðin hevur køvt tað.

Um kvøldið sita tey í stórum flokkum — stundum 300 ella meir — kvirr í fjørusandinum, ella har sum stór vøtn eru niðast við vatnstrendurnar, og á hvørjum skeri og steini uttanfyri. Men út á vatn ella sjógv koma tey sera sjaldan, tó at tey væl kunna svimja nakrar hundrað metrar og eisini duga at kava.

Legst nú stórkavi á jørðina og brim í fjøruna, so ,hava tey tað ringt. Kuldan tola tey, men ikki hungurin. Har, sum minst kavi er, tyrpast tey tá saman í stórum flokki — um 1200 havi eg talt — og royna at vinna sær nakað. Men ov lítið munar; verður kavin leingi liggjandi, so hendir tað, at summi doyggja í raki.

Um mariumessu og úteftir eru nógvir flokkar í haganum, og mál teirra hoyrist allar vegir. Tað fyrsta, ið sær fólk nærkast, letur eitt lágmælt »vipp« til at boða hinum frá. Og mál teirra hevur so mong ymis ljóð, at tað er ikki gott hjá fólki at vita, hvat hvørt meinar. Eina mest hoyrist hlipp hlipp hlipp ella nøkur long hlii hlii, og stundum hesi bæði ljóðini saman hlipp hlipp hlii; so kann tað vera tant enn longur út til heli heli, sjaldnari hoyrist helip helip; tá ið tey fara at illskast, verður tað til eitt títtmælt hlipphlipphlü; og eru tey rættiliga ill, so láta tey kæru kæru. Í sólskini eru tey stundum so fró, at tey tríva í at syngja: tii liri lirri lirr ljóðar úr barkanum á teimum, meðan tey sita við víðopnum nevi. Blandast fleiri mál saman, kann ljóðið verða líkt songi frá óðinshanum. Tá ið næturnar eru ljósar, kunna tey hoyrast allar tíðir á samdøgrinum.

Út ímóti summarmála2) fara flokkarnir at minka. Tjøldrini eru farin at hugsa sær um reiður, og halda seg nú mest tvey og tvey saman. Stundum síggjast trý saman, men tá endar tað skjótt við tí, at tey tvey við hóttandi lótum og hvassmæltum »kæru« reka hitt triðja burtur.
 
Og nú verður stillari í haganum. Tjøldrini vilja ikki lata fólk ella fugl vita, hvar tey hava reiður, og eru tí fámælt og spakfør hesa tíðina; nærkast fólk teimum, renna tey tigandi burtur, heldur enn at fara á flog. Reiðrið gera tey allarflestu í eyri, nøkur fá í turrum svørði. Summi hava sama reiðrið í nógv ár, summi hava tvey reiður, sum tey nýta til skiftis annaðhvørt ár, summi sýnast at gera sær nýtt reiður á hvørjum ári. Skjótt er tað gjørt; ein grunn kulla við sløttum botni, tað er alt. Men vandin eru tey um tað, gamalt reiður verður altíð reinsað væl og virðiliga, og halda tey tað hava okkurt brek, so grava tey eitt nýtt. Tí síggjast ofta uttan um hitt rætta reiðrið nøkur tóm, summi eru frá árunum frammanundan, summi eru nýgrivin ella nýreinsað, men ikki hildin at vera nóg góð. Ikki vilja tey liggja bleytt, antin reiðrið er í eyri ella vølli,  so leggja tey  altíð smásteinar á botnin.

Gamalt er sagt, at tjaldur hevur fult reiður á krossmessu,3) men tað er bara fá ár. Vanliga verpingartíðin má heldur sigast at vera um gomlu krossmessu.4) Eggini eru bleikt morgrá við dimmum blettum, tí eru tey ring at fáa eyga á í eyrinum, og einki mætari í svørðinum, sum enn á ári er flekkutur av gomlum deyðagrasi.

Tjaldur verpur trý. Sjaldan verpa tey øll í tríggjar samfylgjandi dagar; oftast gera tey ein dag millum bæði tey fyrru, stundum millum bæði tey seinnu, og stundum tveir dagar ímillum. Ikki sjaldan verpa tey fýra; men tá fáa tey so illa vermt, at ofta doyr ein ungin í egginum.

Fólk sigur, at um tjaldur verður tikið, verpur tað aftur, men bara tvey; verða eisini tey tikin, orkar tað bara at verpa eitt, og síðan einki. Eg havi ongantíð havt hjarta til at royna, um hetta er beint, og skamm fái hvør, ið tað vil gera! Men eitt árið komu likkur og rændu øll tjaldursreiðrini her. Nógv vóru tey, sum ikki vurpu aftur; og í sama reiðrið varp einki. Í nøkur onnur reiður komu egg, tvey ella eitt, hendi seg trý. Men ikki so sjaldan verpa tjøldur tvey ella enntá bara eitt, um tey eru rænd.

Sjaldan sært tú tjaldur liggja á reiðrinum. Bøgan vermir fyri tað mesta. Steggin heldur seg nakað frá, onkurstaðni, sum sýnt er víða um. Tá ið fólk nærkast, gevur hann atlát — eitt heldur títt hvínandi hjib hjib hjib; sum vandin nærkast, verður tað títtari og snjallari — og bøgan, sum veit, at hennara svarta bak er sjónskt, skundar sær at renna av ella at flúgva av lágt fram við jørðini. Tjøldur, sum eru í nánd, hoyra hetta varskó, og eisini aðrir fuglar kenna tað væl, og vita, at nú er vandi á ferð; enntá kópur, sum liggur niðri á helluni og durvar, lyftir høvdið og skimast uttan um seg, tá ið tjaldrið varskógvar.

Frá tí at seinasta eggið er vorpið, til fyrsti ungin kemur út, ganga vanliga 27 dagar — stundum 26, stundum 28. Ofta, men ikki altíð, kemur fyrsta eggið, ið vorpið er, fyrst út. Ungarnir rýma skjótt úr reiðrinum, ofta sama dag, teir eru útkomnir. Summi tjøldur fylla nú reiðrið aftur við reinum eyri, so tey illa skiljast frá eyrlendinum, ið uttanum er, og kemur fólk fram at tí, láta tey ilskliga — tað sýnist, sum tey hava góðsku til búgv sítt og vilja verja tað frá at verða ørkymlað. Kvikir eru ungarnir til fóts, men tá ið fólk nærkast, liggja teir heilt stillir og eru tá ringir at fáa evga á. Omaná eru teir vakurt grásprøklutir við svørtum og morgulum strikum. Eisini tá ið, teir eru fjaðraðir, royna teir at fjala seg soleiðis, men tá ber ikki til, liturin er so sjónskur.

Tá ið teir eru floygdir, fara teir oman í fjøruna við hinum gomlu, sum teir væl kennast frá, av tí at nevið er dimmbrúnt har frammi, og beinini eru grálig. Antin teir við sínum enn ikki styrknaða nevi fáa ov lítið í fjøruni, ella at sjómaturin ikki gagnast teimum so væl — kemur langur skerpingur, so teir ikki orka at bora í hin sligna hógvin — so koma teir upp í rak, og verða stundum so ørmaktaðir, at summir orka ikki at flúgva, ja enntá kunna doyggja í máttloysi.

Aftur síggjast tjøldrini nú í stórum flokkum, men tey eru ikki so fró og mælsk sum um várið — skilnarstundin nærkast. Um miðjan september byrja tey at rýma, fyrst tey gomlu og síðan ungarnir, á mikkjalsmessu er bara eitt sløð av ungum eftir. Nøkur hendinga fá verða tó her allan veturin og tykjast at liva væl5). Í Íslandi eru tjøldrini bæði vetur og summar, hví munna tey tá rýma úr Føroyum?

Tjaldursungar, sum merktir vórðu í Føroyum, eru fingnir aftur í Frankaríki og Onglandi og Írlandi.

1) 12. mars. 2) 14. apríl. 3) 3. mai. 4) 15. mai — halvarðsøka. 5) Tí, at eg einki ár havi sæð tey, fyrr enn rúma tíð eftir at hini tjøldrini eru farin, giti eg, at tey eru íslendsk tjøldur, sum eru flutt til Føroyar.


Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017