• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Ovari: Toppont, steggi um várið; niðari: Gjør, á sumri.

Toppont

Toppont (lat. Mergus serrator L; da. Toppet Skallesluger) — eisini kallað stikkont, sagont, tannont — hevur langt og klænt nev, so klænt, at rípur fáa ikki verið inni í tí, og har eru so spískar taggur í staðin. — Steggin er sera skjórutur. Høvdið og ovasta á hálsinum er svart við sterkum grønum dámi, hálsurin niðari hvítur, bringan brún við svørtum blettum. Annars er hann mest flekkutur av hvítum og svørtum og gráum. Síðurnar eru gráskjónv utar og búkurin hvítur. Bøgan er mest mor-flekkut, men við hvítum litum á veingjunum og hvít í neðra. Bæði steggin og bøgan hava ein stóran topp aftur úr nakkanum. Um summarið líkist steggin bøguni.

Toppontin eigur her og har í Føroyum, stundum nærindis sjónum, stundum í tílíkum støðum sum villdunna. Eggini eru fyri tað mesta 8—10, hendir seg upp til 12. Ungarnir eru reyðbrúnir um vangar og háls, annars mor-flekkutir omaná, hvítir í neðra. Um samdøgur gamlir fara teir úr reiðrinum, og tað er ótrúligt, hvat eitt so lítið kann vera raskt og kringt. Alin høgar bakkar fara teir uppfyri við eitt hopp, og so skjótt teir eru komnir í ánna, duga teir at kava og taka sær maðkapirrur. Men í áum og vøtnum verða teir ikki gamlir, mamman fer til sjós við teimum, og har síggjast tey, um enn ótøtt, allan veturin. Floygdir ungar eru littir sum bøgan.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Antarsløgini

Antarsløgini kennast frá gásunum av tí, at tey eru smærri á vøkstri og meira lágføtt. Á øllum teimum eru steggin og bøgan mestu tíðina á ári sera ólík á liti; men í klekingartíðini og eitt sindur longur út kunna tey vera so lík, at tey kennast ikki at.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017