• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tornfalkur

Tornfalkur (lat. Falco tinnunculus L; da Tårnfalk) líkist nógv smirli, menn kennist frá honum av tí, at hann er meira reyðbrúnur omaná og hevur longri vel. Flogið hevur hann lætt og vakurt; ofta hongur hann stillur og veipar í luftini. Sjaldan gevur hann seg eftir fuglum; mest etur hann mýs og ormar. Í Føroyum vita menn hann sera sjaldan vera sæddan; men vist er tað, at hann fleiri ferðir hevur verið kendur fyri smiril.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Falkar

Falkar eru grammastu rovfuglar. Nógv eru sløgini, t.d. veiðifalkur, smiril og tornfalkur, og flestu liva einans av fugli, sum teir taka í flognum. Teir flúgva óføra skjótt, hartil eru teir knappir í vendini. Nevkrókurin er stórur, og aftan fyri hann hava teir hvørjumegin ein brodd sum eina sagtonn til at skræða sundur við. — Falkur livir í einbýli og tolir ikki aðrar falkar nær hjá sær.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017